Ferðakort
Ferðastuðul innanoyggja
Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.
Møguleiki er eisini at fáa studningin til og frá starvsvenjingarstaði, um so er, at starvsvenjingartíðarskeiðið er samanhangandi og varir í minsta lagi 4 vikur.
Ásett er, at fyri hvørja áfylling, t.v.s. 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan, skalt tú gjalda kr. 100,00. Tú fært síðan útflýggjað eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla.
Treytin fyri at fáa ferðastudningin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa lestrarstuðulin.
Sí annars: http://kort.ssl.fo/ og http://www.studni.fo/Default.aspx?pageid=9160





