Reglur fyri Skúlaheimið
Reglur fyri Skúlaheimið
REGLUR FYRI BÚÐFÓLKI Á SKÚLAHEIMINUM
Upplatingartíðir:
Móttøkuhøllin:
Útgangandi postur:
Inngangandi postur:
Umsjón:
Telefon:
Gestir:
Matarhøllin:
Borðreiðing:
Toilette:
Seingjartoy:
Inspektión:
Lykil:
Klædnavask:
Spiritus/øl/rúsevni:
Kl. 23.oo:
Ábyrgd:
Brot á hesar reglar og vanligan fólkasið kunnu føra til stytri ella endaliga burturvísing av skúlaheiminum.
Er eitt hvørt ivamál, so kanst tú tosa við undirritaða. Vælkomin!
Rúni Heinesen, skúlastjóri
Skúlaheimið er opið frá sunnudegi kl. 17.oo til fríggjadag kl. 17.oo. Í vikuskiftinum er stongt. Í serligum føri kann hvør einstakur gera avtalu við stjóran.
Á skrivstovuni fæst leiðbeining og hjálp har hetta er møguligt.
Opið er hvønn gerandisdag frá kl. 8.oo - 12.oo og 13.oo - 16.oo.
Brævbjálvar kunnu sendast ígjøgnum skrivstovuna. Pakkar mugu avgreiðast á posthúsinum. Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 9.oo - 16.oo.
Brøv, pakkar o.a. til búðfólki verður lagt fram í avgreiðsluni.
Um eitthvørt er áfatt eftir vanliga skúlatíð, kann búðfólkið venda sær til skúlastjóran telf. 214407 ella húsavørðin telf. 214791.
Telfonnummar skúlans er 456311. Í skúlatíðini tekur skrivstovan ímóti boðum.
Tygum kunnu ringja út við at brúka korttelefonina í gongini.
Tygum eru vælkomin til at hava gest við á skúlan og kann hesin keypa sær mat í matarhøllini. Kostnaðurin er sambært príslista. Gestir skulu verða úti í seinasta lagi kl. 23.oo, tá allar úthurðar eru læstar.
Morgunmatur, gerandisdagar kl. 07.30 - 08.00
Døgurði kl. 12.10 - 12.35
Náttverði kl. 17.15 - 18.00
Kvøldkaffi kl. 20.00 -
Í matarhøllini er sjálvtøka við diskin. Eftir loki máltíð verða tygum at seta serveringsbakka, fløskur v.m. ..... eins og stólurin verður settur uppá pláss.
Handklæði letur skúlaheimið næmingunum, meðan sápu o.a. mugu teir útvega sær sjálvir.
Tey búgvandi útvega sjálvi seingjaklæði. Næmingar reiða sjálvir song sína hvønn morgun, áðrenn farið verður til undirvísing. Øll klæðir eisini náttklæði, og allir einstaklinga lutir skulu koma undir lás, áðrenn farið verður av kamarinum.
Vaktarmaður, húsavørður og stjóri hava rætt til at kanna kamari fyri at skoða um reglurnar verða hildnar.
Næmingarnir fáa útflýggja lykil til kamarshurð og skáp ímóti einum depositum uppá kr.200,-.
Tað er møguligt hjá búðfólki at vaska síni egnu klæði, og er til hetta sett upp ein vaskimaskina og turkitrumla í kjallarrúminum.
Tað er bannað at nýta, taka við sær ella goyma nakað slag av alkohol ella onnur rúsevni á Skúlaheiminum.
Á skúlaheiminum eiga tey búgvandi at geva hvørjum øðrum ans, soleiðis, at tað er friður á kamari eins og gongini eftir kl. 23.oo.
Tann búgvandi hevur ábyrgd av kamari og innbúgvi. Skuldi tygum verið varðugur við at nakað restar, ella at nakað er skatt, verður beinanvegin boða frá hesum til húsavørðin.





