Snikkari
Byggningssnikkari
Allar yrkisútbúgvingar eru skipaðar á tann hátt, at skift verður ímillum verkliga læru á góðkendum læriplássi og skúlagongd á yrkisskúla.
Bygningssnikkarin nýtir á verkstaðnum framkomnar maskinur at gera t.d. hurðar, vindeygu, skáp og køkar og annars alt vanligt uttan- og innandura snikkaraarbeiði. Bygningssnikkarar gera eisini gólváleggingar-arbeiði og lakkarbeiðið.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Lærlingar fáa løn í allari útbúgvingartíðini.
Framhaldandi útbúgvingar:
- Byggiteknikara/byggifrøðing
- Verkfrøðing
- Arkitekt





