logo

Hjálparfólk til Kantinuna.

decoration

Lærarastarv til Serbreytina 
 
Vit leita eftir einum undirvísara til Serbreytina við útbúgving sum fólkaskúlalærari at byrja í starvinum komandi skúlaár 13. august. Yvir skúlaárið er setanarbrøkurin 1/1 av einum ársverki.  
 
Á Serbreytini verður undirvíst eftir námsskipan innan serligt skipað miðnám. Ískoytisøkini eru timbur- og matvøruyrkið og frálæran er bæði ástøðilig og verklig. 
 
Umsøkjarar við royndum innan serøki, við førleikum innan ískoytisøki timbur/ítriv og lærgreinarnar føroyskt og støddfrøði hava fyrimun. Útbúgvingarkrøvini eru eftir kunngerð nr. 36, 4.april 2017 um serliga skipað skúlatilboð. 
 
Setanartreytirnar eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. 
 
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlastjóran. 
 
Umsóknir  
skulu sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 22. Apríl 2025. 
 

Lærari til Maskindeildina 

Deildin sóknast eftir lærara til yrkið maskinsmið.  


Førleiki  
Yrkisútbúgving sum maskinsmiður, í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir, kunnleika til telduforrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. Umsøkjarar við viðkomandi undirvísingarroyndum hava fyrimun. 


Av tær vænta vit, at tú 
- Hevur áhuga í at menna tínar førleikar 
- Hevur kunnleika til nýtslu av KT 
- Ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur 
- Brennur fyri støðugari persónligari menning 
- Hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga 
- Hevur góð evni til samstarv og  
- Trívist væl í millum ung, næmingar og onnur starvsfólk 


Starvið 
umfatar undirvísing av næmingum/lærlingum í maskinyrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.  


Setanartreytir  
fulltíðarstarv og eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. 
Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.  
  
Umsókn  
skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 22.apríl 2025. 
  
Lærarin skal taka við starvinum 13. august 2025.  
  
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Ernst á Kósini, deildarleiðara, ernst@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóra. 

Lærari til El-Deildina 

Deildin sóknast eftir lærara til elektrikarayrkið.  


Førleiki  
Yrkisútbúgving sum elektrikari, í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir, kunnleika til telduforrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. Umsøkjari við útbúgving sum el-installatør, maskinmeistari ella onnur viðkomandi víðari útbúgving hava fyrimun. 

 
Av tær vænta vit, at tú 
- Hevur áhuga í at menna tínar førleikar 
- Hevur kunnleika til nýtslu av KT 
- Ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur 
- Brennur fyri støðugari persónligari menning 
- Hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga 
- Hevur góð evni til samstarv og  
- Trívist væl í millum ung, næmingar og onnur starvsfólk 

Umsøkjarar við viðkomandi undirvísingarroyndum hava fyrimun. 
 
Starvið 
umfatar undirvísing av næmingum/lærlingum í el-yrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

  
Setanartreytir  
fulltíðarstarv og eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. 
Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.  
  
Umsókn  
skal sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 22.apríl 2025. 
  
Lærarin skal taka við starvinum 13. august 2025.  
  
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Brian Vágslíð, deildarleiðara, brian@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóra.