logo

Starv.

decoration
    Lærari til El-Deildina

    Deildin sóknast eftir lærara til elektrikarayrkið.

    Førleiki
    Yrkisútbúgving sum elektrikari, í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir, kunnleika til telduforrit og góð evni til samstarv og undirvísing. Undirvísingarførleikin er ásettur í  kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum. Umsøkjari við útbúgving sum el-installatør, maskinmeistari ella onnur viðkomandi víðari útbúgving hava fyrimun.

    Av tær vænta vit, at tú
    Hevur áhuga í at menna tínar førleikar

    Hevur kunnleika til og nýtslu av KT

    Ert eldhugaður, opin og jaligur

    Brennur fyri støðugari persónligari menning

    Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga

    Hevur góð evni til samstarv og

    Trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

    Umsøkjarar við viðkomandi undirvísingarroyndum hava fyrimun.

     

    Starvið
    umfatar undirvísing av næmingum/lærlingum í el-yrkinum, tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.

    Setanartreytir
    fulltíðarstarv og eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

    Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent, sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.

     

    Umsókn
    skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 10.desember 2025.

    Lærarin skal taka við starvinum 5.januar 2026 ella so skjótt sum tilber.

    Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Brian Vágslíð, deildarleiðara, brian@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóri.

     

    Tekniski Skúlin í Klaksvík

    www.tsk.fo