Jólabakstur á TSK .
Matvørubreytin gjørdi nógv burturúr jólabakstrinum í ár.
Á Matvørubreytini er siðvenja at gera nógv burturúr jólabakstrinum, og í ár var onki undantak. Á menuini var millum annað rómabollar, kleynir, piparnøtir, siropskøkur, konfekt og mangt, mangt annað.
Á samkomu fríggjadagin fingu næmingar og lærarar høvi til at smakka baksturin, sum bleiv serveraður saman við kakao og gløgg.
Sí video og myndir av hugnaligu pyntinigini og vælsmakkandi jólabakingini niðanfyri.
TSK ynskir øllum eini gleðilig jól.