Næmingar á miðnámsskúlum og yrkisskúlum í Føroyum hava nú fingið í tilboði at tosa við ein studentaprest, sum kemur at hava fastar tíðir á skúlunum.
Ann Hermansdóttir er studentaprestur á TSK. Hon fer at halda til í fundarhølinum við Matvørudeildina fyrsta mánadag í hvørjum mánaði frá kl. 10:00 til 14:00.
Studentapresturin kann leggja oyra til tað, sum fyllir hjá tær og bjóðar samrøður til lesandi. Studentapresturin hevur tagnarskyldu, og tað er ikki neyðugt at hava eina kristna sannføring fyri at veda sær til hennara. Tað kostar heldur einki at brúka prestur.
Samband fæst við at venda sær til: Ann Hermansdóttir, tlf 237334, tp:ann@kirkjan.fo. FB: studentaprestur -Ann Hermansdóttir og IG: studenta_presturin
Um næmingar hava tørv á henni til eitthvørt uttanfyri hesar tíðir, so eru teir meir enn vælkomnir at ringja ella skriva til hennara á ann@kirkjan.fo ella á tel. 237343.