Ítróttur- og heilsa.
Hevur tú nógva orku, og dámar tær væl at íðka ítrótt? Ert tú hugtikin av, hvussu kroppurin virkar, og dámar tær at mála blóðrensl og lungnakapasitet? So er ítróttar- og heilsuleiðin heilt sikkurt nakað fyri teg.
Leiðin kallast ítróttar- og heilsuleið, og er serliga ætla teimum sum hava áhuga fyri ítrótti og heilsu.
Ítróttar- og heilsuleiðin leggur dent á eina náttúruvísindaliga og dátukunnandi tilgongd til kropp og heilsu. Tann biotøkniliga tilgongdin er fyri teg, sum haraftrat vilt vita meira um kroppin og vilt hava eina verkliga og ástøðiliga tilgongd til kropp og heilsu.
Lestrarleið: Biotøkni A og Ítróttur B.
HT er ein 3 ára miðnámsútbúgving, hvørs endamál er at fyrireika teg til útbúgvingar á hægri stovni. Í mun til aðrar miðnámsútbúgvingar, kanst tú á HT royna tína bókligu vitan í verki – hendan framíhjárætt vilja vit leggja stóran dent á, soleiðis at hann seinni verður tær til fyrimunar.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttan fyri skúlan eru vanligar á HT.
Undirvísing
Umframt vanliga floksundirvísing er undirvísingin í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum, royndarstovum og verkstøðum, har tú roynir skúlalærdómin í verki við kanningum, og møguleiki er at gera tøkniligar hentleikar.
Samanhald
Á HT verður ymiskt gjørt fyri at gera samanhaldið so gott sum gjørligt. Millum annað útferðir, har fyrstaársnæmingarnir gista onkustaðni í Føroyum, har tað verður spælt, kappast, gjørt mat o.s.fr.
Triðjaársnæmingarnir á HT fara á námsferð uttanlands, har teir hugna sær saman og gera ymiskt fakligt.
Framtíðar møguleikar
Møguleikarnir við einum gymnasialum tøkniprógvi eru nógvir. Útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla sær at nema sær útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, læknavísindi, miðlar o.a. við próvnum ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.
Kunning.
Lærarar.
-
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Mannbjørn AnthoniussenLestrarvegleiðari (TØK), Samskiftistøkni og Samfelagsfrøði Yrkisnám,
-
-