Almennar skilhaldsreglur
Á TSK skulu næmingar og starvsfólk samstarva fyri at fremja eitt gott undirvísingarumhvørvi, ið hevur við sær, at øll kunnu hugsavna seg um læring.
Av næmingum og starvsfólki verður væntað:
- at vit møta stundisliga
- at vit eru fyrireikaði til undirvísingina
- at uppgávur verða latnar inn til ásettu tíð
- at vit luttaka í undirvísingini
- at vit hava frálærutilfarið við til undirvísingina
- at næmingar og starvsfólk luttaka í tiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.
- at rudda upp eftir sær tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
- at seta koppar, gløs og annað aftur í matarhøllina, ella har tað hoyrir heima
- at seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt
- Lærari kann burturvísa næmingi úr tímanum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
- Næmingur kann fáa ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skrivliga skal vátta á serligum oyðublaði.
- Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
- Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið, og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
Skilhaldsreglur um telefonir, teldlar, teldur og líknandi útgerð

1. Á Tøknibreytini er ikki loyvt at hava telefon og aðra líknandi útgerð hjá sær í undirvísingini.
· Telefonirnar skulu leggjast í kassan í hølunum, áðrenn undirvísingartímin byrjar. Telefonirnar skulu vera sløktar ella settar í flogstøðu.
· Lærarin kann loyva at brúka telefon til undirvísingarvirksemi.
2. Hvør tími á Tøknibreytini byrjar við, at teldan er sløkt og latin aftur.
· Lærarin avger, nær teldan skal tendrast og latast upp, og um hon brúkast í undirvísingini.
· Tað er bert loyvt at brúka telduna til undirvísingarviðkomandi virksemi.
3. Næmingurin skal hava egna teldu við til undirvísing og próvtøku.
4. Næmingurin hevur sjálvur ábyrgd av síni teldu. Hetta er eisini galdandi í sambandi við próvtøkur.
5. Næmingurin fær atgongd til Office-pakkan, meðan hann er lestrarvirkin. Tað er bannað at taka ólógligt tilfar niður.
Ofta settir spurningar um telefonfría undirvísing

Hvussu verða telefonirnar innsavnaðar?
Tá ið blokkurin byrjar, leggja næmingar sjálvir fartelefonina í kassan, sløkta ella í flogstøðu. Tá ið hetta er gjørt, førir lærarin protokoll.
Hvussu verða telefonir savnaðar, tá ið næmingar møta ov seint?
Næmingar, ið møta ov seint, leggja sjálvir telefonina í kassan, tá ið teir møta.
Hvussu ger mann, tá ið næmingar siga seg ikki kunna lata telefonina inn, tí foreldur ella onnur skulu hava fatur á viðkomandi?
Telefonin skal leggjast í kassan undir øllum umstøðum. Er talan um okkurt átroðkandi, ber altíð til at ringja til móttøkuna á TSK tlf. 456311, sum fær fatur á viðkomandi, sum boðini eru til.
· Øll undantøk hesum viðvíkjandi skulu umvegis leiðsluna.
Hvussu skulu næmingar handfarast, sum gerast ótrygg av at leggja telefonirnar frá sær?
Nógv eru bundin av telefonini. Tað er nattúrligt at kenna stikni og fjáltur av ikki at hava telefonina hjá sær. Royndir vísa tó, at hetta hvørvur eftir stutta tíð. Øll skulu venja seg við nýggju støðuna.
· Nokta næmingar at lata telefonina frá sær, skal vísast til skúlans skilhaldsreglur um telefonfría undirvísing og ta kunning, sum leiðslan hevur givið. Hjálpir hetta ikki, verður víst til leiðsluna, sum tekur sær av málinum.
Hvussu verður gjørt, tá ið næmingar við børnum siga, at tey mugu hava telefonina hjá sær, tí dagstovnurin skal hava samband við tey?
Viðkomandi gera persónliga avtalu við leiðsluna.
Hvussu verða foreldur handfarin, sum vilja hava fatur á sínum barni í skúlatíð, og tí ikki taka undir við skíggjareglum?
TSK hevur boðað frá, at í skúlanum eru aðrar reglur galdandi enn heima. Hetta er fyri at stuðla einum góðum, fakligum umhvørvi og samanhaldi á skúlanum. Tí kann ikki væntast, at barnið er tøkt, tá tað er í skúla. Á skúlanum mugu vit fáa frið til fakliga hugsavnan og nærveru, tá ið undirvísing er. Er neyðugt at ringja til næmingin í skúlatíð, kann hetta gerast, tá ið fríkorter ella matarsteðgur er. Fríkorterini eru millum kl 09:30-09:50, 11:20-11:50. Er talan um neyðstøðu, ber til at ringja til høvuðsnummarið hjá TSK á tlf. 456311 og biðja móttøkuna um at fáa fatur á viðkomandi.
Hvat um næmingar heva tvær telefonir við og bert letur aðra inn?
Tað er ikki loyvt at hava telefon hjá sær ella í taskuni, meðan undirvísing er. Allar telefonir skulu leggjast í kassan.
Skal lærarin ikki brúka óneyðuga nógva tíð at halda skil á, at telefonirnar liggja í skápinum
Á Tøknibreytini rokna vit ikki við, at hetta fer við nógvari tíð. Royndir vísa, at tað skjótt gerst ein vani at leggja telefonirnar í kassan, tá undirvísingin byrjar.
· Tíðin til hetta skal eisini samanberast við alla tíðina, sum fer til at fáa næmingar at hugsavna seg heldur enn at spæla spøl, keypa og vera á sosialu miðlum.
Hvat um næmingar gerast firtnir og huglagið verður keðiligt?
Tað tekur tíð at skapa ein nýggjan vana og góðtaka nýggjar reglur. Tað er umráðandi at halda fast og at viðurkenna, at tað eru næmingar, sum hava verið vanir við at vera online alla tíðina. Tá ið talan er um ein felagspolitikk á skúlanum, har øll gera tað sama, verður tað lættari hjá tí einstaka læraranum at halda fast um, at telefonir skulu leggjast í kassan. Verða trupulleikar við einstøkum næmingum, tekur leiðslan sær av hesum.
Elvir tað ikki til nógvar ósemjur í tí dagliga, at næmingar skulu lata telefonirnar inn?
Tá ið øll standa saman um at gera hetta til eina vanliga mannagongd í byrjanini av hvørjum blokki, gerst hetta skjótt ein vani, og møgulig mótstøða hasar av. Tað er umráðandi at standa saman um reglurnar, eins og tað er umráðandi at standa stinn, tá reglurnar ikki verða hildnar, soleiðis at næmingarnir skilja, at hetta verður tikið í álvara.
Hvat er at gera, tá ið næmingar gerast ófriðarligir og illa til passar av at hava verið uttan telefon í rúma tíð?
Ta fyrstu tíðina kunnu næmingar kenna fjáltur á sær at skula leggja telefonirnar til viks. Tá er eitt gott hugskot at hava smærri steðgir og venjingar, har næmingarnir sleppa at røra seg.
Hvussu, tá ið telefonir eru aktivur partur av undirvísing, t.d. við myndatóli og appum?
Allir blokkar byrja við, at telefonirnar verða lagdar í kassan.
· Lærarin hevur leiðsluna í undirvísingarhølinum og ger av, um telefonirnar skulu nýtast í einum blokki ella partar av honum.
Hvussu við næmingum, sum ganga við snild-uri?
Snild-ur skulu eisini leggjast í kassan.
Hvussu við teldum?
Tímin byrjar við, at teldan er afturlatin. Tað er lærarin, sum ger av, nær teldan skal brúkast í undirvísingini.
Undantak
Undantak kann bert gevast av leiðaranum á Tøknibreytini ella skúlastjóranum á TSK.
Avmarkað internetnýtsla
Á Tøknibreytini kann internetnýtslan verða avmarkað.
Heitur matur og matpakkar

Heitur matur og matpakkar skulu etast í kantinuni. Fløskur, pappír o.a. skal beinast í ruskspann ella annað ávíst stað.
Royking
Royking fer fram á ávístum økjum har ílat er til øsku og stubbar.
Rúsdrekka/rúsevni
Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður.
Reinur og ruddiligur skúli

Hvør einstakur næmingur og lærari hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
Parkering
Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum í uppmerktum básum. Áhaldandi brot kann føra til ávaring og burturvísing.
Myndir og upptøkur
Tað er ikki loyvt at taka myndir ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.
Happing
Tað verður ikki tolt at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.
Frávera
Fer fráveran hjá einum næmingi upp um 5%, fær næmingurin eina munnliga ávaring frá deildarleiðaranum. Fer fráveran upp um 7%, fær næmingurin eina skrivliga ávaring frá økisleiðaranum, og fer fráveran upp um 10%, verður næmingurin innkallaður til eina samrøðu við skúlastjóran. Samrøðan kann føra til burturvísing.
Frávera hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan, kunnu í mesta lagi verða burtur frá undirvísingini 10 skúladagar í einum skúlaári. Fellur fráveran saman við próvtøkum, má serstøk avtala gerast við Próvstovuna.
Brot á skilhaldsreglurnar
Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglunar kunnu fevna um:
Næmingurin kann burturvísast frá skúlanum. Um næmingurin hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.
Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk